Kommunan rindar fyri íbinding hjá Fjarhitafelagnum

Kommunan rindar fyri íbinding hjá Fjarhitafelagnum
Tórshavnar kommuna ger íløguna, sum Fjarhitafelagið keypir aftur, tá flutt verður í nýggja býlingin við Stórutjørn
Stóratjørn, har fleiri hundrað bústaðir verða bygdir.
 
17.02.2026 - 10:50

Stóra útbyggingin Stóratjørn var ov stórur biti hjá Fjarhitafelagnum.

Nógvu íløgurnar seinastu árini hava við sær, at Fjarhitafelagið hevur ikki ráð at gera eina íbinding til fjarhitanetið til nýggja býlingin.

Men hjá øðrum eigaranum í felagnum - Tórshavnar kommunu - eru pengar tøkir. So kommunan ger íløguna fyri Fjarhitafelagið, sum Fjarhitafelagið keypir aftur, tá fólk flyta í nýggja býlingin í Stórutjørn.

Sambært Fríði Dalsgarð, tekniskum stjóra í kommununi, kostar íbindingin til fjarhitan umleið átta milliónir krónur, sum Fjarhitafelagið skal keypa aftur í seinasta lagi fimm ár eftir, at sáttmálin er undirskrivaður.

Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, heldur einki vera til hindurs fyri, at kommunan rindar fyri grundleggjandi viðurskifti hjá Fjarhitafelagnum.

Sí innslag í Degi og viku:

 

FJARHITAFELAGID

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961