Miðflokkurin vil fyrst og fremst koppa "abort-samgonguni"

Miðflokkurin vil fyrst og fremst koppa "abort-samgonguni"
Um atkvøðurnar hjá Miðflokkinum verða avgerandi, fyri at atkvøða Suðuroyartunnilin ígjøgnum og harvið bjarga samgonguni, so atkvøða Jenis av Rana og Steffan K. Poulsen ímóti
Jensi av Rana, formaður Miðfloksins, hevur sum aðalmál at fáa sitandi samgongu frá, so hann kann broyta nýliga samtyktu fosturtøkulógina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2026 - 18:16

Miðflokkurin vil fegin hava ein Suðuroyartunnilin. Men Miðflokurin stríðist fyrst og fremst fyri at koppa "Abort-samgonguni", sum Jens av Rana, formaður floksins, kallar sitandi samgongu. 

Tað merkir, at um tinglimir Miðfloksins, ið eru Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, enda við at gerast tungan á vágskálini, so fara teir at atkvøða ímóti Suðuroyartunlinum, fyri at sparka beinini undan samgonguni hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni. 

1. juli skal nýliga samtykta fosturtøkulógin koma í gildi, og tað er ein deadline, ið Miðflokkurin arbeiðir við politiskt. 

"Tað hevði verið ein stórur dreymur at koppa samgonguni nú, tí so kunnu vit broyta eina lóg, sum fer at koma í gildi, heldur enn at broyta eina lóg, ið er komin í gildi."

Hoyr samrøðuna við Jenis av Rana, sum var í tíðindunum. 

1796985

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391