Løgmaður: Suðuroyartunnilin er størri enn samgongan

Løgmaður: Suðuroyartunnilin er størri enn samgongan
"Ætlanin um at byggja Suðuroyartunnilin er størri enn samgongan. Tað er eitt mál, ið kemur øllum løgtinginum við," sigur løgmaður, nú Suðuroyartunnilin bleiv samtyktur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2026 - 20:22

Aksel V. Johannesen, løgmaður, var nøgdur við, at bæði málini, ið hóttu samgonguna, pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin, blivu samtykt við aðru viðger. 

Løgmaður tók í ávísan mun undir við Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, at uppskotið hjá honum um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi, ikki beinleiðis var eitt samgongumál. 

"Ætlanin um at byggja Suðuroyartunnilin er størri enn samgongan, tað eri eg samdur í. Tað er eitt mál, ið kemur øllum løgtinginum við. Júst tí hevur tað eisini verið umráðandi frá byrjan at hava alt løgtingið við í tilgongdini."

Aksel V. Johannesen, løgmaður, dugir væl at síggja, at tað sær eitt sindur órættvíst út, at allir tinglimirnir hjá javnaðarflokkinum noyðast at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin, ið flokkurin hevur fingið nógvar atkoyringar fyri, meðan bert ein av trimum tinglimum hjá Framsókn atkvøður fyri Suðuroyartunlinum. 

Hoyr samrøðuna, ið Katrin Johannessen gjørdi við Aksel V. Johannesen, løgmann, her. 

Aksle_V__Johannesen_um_Suduroyartunnilin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961