Nýggi tollurin hjá Trump komin í gildi

Nýggi tollurin hjá Trump komin í gildi
Tollurin er aftursvar til avgerðina hjá hægstarætti, og verður kravdur inn eftir serlóg
Donald Trump, forseti, hevur ásett nýggja tollin eftir einari serlóg.
Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.02.2026 - 08:47

Klokkan 5 í morgun, okkara tíð, kom nýggi tollurin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í gildi, og hann kann hækka uppaftur meira.

Toll- og marknaeftirlitið hevur boðað frá, at tey  í dag fara at gevast við at krevja inn tollin, sum hægstirættur fríggjadagin dømdi at vera ólógligan.

Nýggi tollurin kom sum aftursvar til avgerðina hjá hægstarætti. Hann er heimilaður á eini lóg, sum gevur forsetanum rætt til at krevja toll upp í  15 prosent í 150 dagar, uttan góðkenning frá kongressini.

Enn er ógreitt, hvat hendir, tá ið tollurin fer úr gildi.

Í boðum á sínum egna miðli, hevur Trump eisini upplýst, at hann fer at hækka tollin upp í 15 prosent. 

Sambært Bloomberg, hevur Trump ikki enn formliga givið beinleiðis boð um tað, men miðilin hevur upplýsingar, sum vísa, at Hvítu húsini arbeiða við at orða harraboðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493