Taka friðarsamráðingarnar uppaftur í mars

Taka friðarsamráðingarnar uppaftur í mars
Tað fer at kosta umleið 3.700 milliardir krónur at endurbyggja Ukraina
Ukrainski forsetin, Zelenskyj, hevur sagt, at friðarsamráðingarnar verða tiknar uppaftur fyrst í mars.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.02.2026 - 10:20

Friðarsamráðingarnar um Ukraina verða væntandi tiknar uppaftur í Abu Dhabi í næstum, helst fyrst í mars.

Tað skrivar norska kringvarpið, NRK, sum vísir til ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Sambært NRK hevur Zelenskyj sagt í einari videoupptøku hóskvøldið, at Ukraina, Russland og USA væntandi fara undir nýggjar samráðingar í fyrst í mars.

Útsøgnin kemur eftir fund millum ukrainsk og amerikonsk embætisfólk í Geneve í gjár.

Hesin fundurin snúði seg millum annað um endurbyggingina av Ukraina, sum er mett at kosta slakar 590 milliardir dollarar, sum svara til umleið 3.700 milliardir krónur í okkara peningi.
 

Fleiri lán

Ukraina fær eitt fýra ára lán upp á 51,3 milliardir krónur.

Tað hevur altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, góðkent, skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Nýggja lánið, sum kemur í staðin fyri eitt lán frá 2023, skal vera við at hjálpa Ukraina at varðveita fíggjarligt støðufesti og tryggja, at landið kann halda sínar skyldur um almennar útreiðslur.

Ukrainski forsætisráðharrin, Julija Svyrydenko, takkar á sosialum miðlum fyri stuðulin.

- Nú fimta árið við stórkríggi er byrjað, er tað av alstórum týdningi, at Ukraina fær altjóða fíggjarligan stuðul frá sameindu sínum, so staturin kann virka støðufast, skrivar Julija Svyrydenko á Telegram. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650