18.700 skattaborgarar fáa 61 milliónir aftur frá Taks

18.700 skattaborgarar fáa 61 milliónir aftur frá Taks
Skattauppgerðin fyri 2025 er liðug
18.700 skattaborgarar fáa 61 milliónir kr. aftur, og 1.753 borgarar skulu rinda góðar sjey milliónir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2026 - 12:20

Skattauppgerðin fyri 2025 hjá A-skattgjaldarum liggur nú á Borgaraglugganum, og kemur í morgin í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur.

Hjá øðrum kemur hon í postkassan í næstu viku, skrivar TAKS á heimasíðuni.

18.698 borgarar fáa pengar aftur í skatti, tilsamans 61,5 milliónir krónur. 

Peningurin kemur á kontu mánadagin, 23. mars.

Hinvegin rindaðu 1.753 borgarar ov lítið í skatti, og teir fáa í næstum rokning uppá tilsamans góðar sjey milliónir krónur. 

23.154 skattaborgarar hava goldið rættan skatt, og skulu hvørki gjalda meira ella fáa pening aftur, skrivar TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053