Verkfallið broytti lívsleiðina

Verkfallið broytti lívsleiðina
Tá kvinnur í Íslandi fóru í verkfall í 1975, var Hildur Patursson við, og tað hevði við sær, at hon fór at lesa nakað heilt annað enn tað, hon var í ferð við.
 
05.03.2026 - 10:41

Enn verður tosað um kvinnuverkfallið í Íslandi í oktober í 1975, tí tað gjørdi stóran mun fyri kvinnurørsluna í landinum, samstundis sum tað endurljóðaði kring allan heimin. Kvinnurnar høvdu fingið nóg mikið av at hava verri møguleikar og kor enn menninir.

Sjálvt um kvinnurnar í Føroyum ikki fóru í verkfall á sama hátt, so fingu tær nógvan íblástur úr Íslandi, heldur Hildur Patursson, sum sjálv var til staðar, og kendi seg sum part av nøkrum stórum.

Enn í dag eru vit ikki komin á mál, tí okkum nýtist ikki at hyggja longur enn til hvørjir starvsbólkar eru há- og lágløntir, ella hyggja at umboðanini í løgtinginum, sigur Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini, sum skipar fyri tiltakið, ið kallast 'Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?'

Hoyr samrøðu við tær báðar her

1798688

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763