FMA 2026: "Cake (Baddies Edition)" hjá jazzygold er ársins sangur 

FMA 2026: "Cake (Baddies Edition)" hjá jazzygold er ársins sangur 
Ársins sangur var, sambært FMA, "Cake (Baddies Edition)" hjá jazzygold, har hon fær hjálp frá vinkonunum Marionnu Winter og Tamaru Mneney
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 21:04

Stórur spenningur er altíð um, hvør sangur fær heiðurin ársins sangur, tá FMA-virðislønirnar verða handaðar.

Og hvør sangur var so tann besti sangurin í 2025, sambært FMA.

Tað var sangurin "Cake (Baddies Edition)" hjá Jazzygold, har hon verður stuðlað av vinkonunum Marionnu Winter og Tamaru Mneney. 

Hinir sangirnir, ið vóru tilnevndir, vóru ársins útvarpshitt "Kamarið" hjá Tøgn, "Patio" hjá Marianna Winte"Blóð" hjá Elinborg"Tveitan" hjá Tunghoyrt

 

Ein sassy-ari útgáva

Jazzygold gav upprunaliga "Cake" út sum eina singlu einsamøll, men valdi at fara afturum aftur, og geva hann út av nýggjum saman við vinkonunum í einari djarvari og sassy’ari útgávu, sum stóð í tíðindaskrivinum, tá sangurin bleiv givin út. Og tað er hendan sassy-ari útgávan av sanginum, ið fekk heiðurin sum ársins sangur.

Sangurin "Cake (Baddies Edition)" er eitt hátíðarhald av vinarlagi, samleika og tí slagnum av áliti, sum bert veksur, tá kvinnur lyfta hvørja aðra upp, stóð eisini í tíðindaskrivinum.

Tær tríggjar, Jasmin, Marianna og Tamara, syngja hvør sítt vers, sum gevur nýggju útgávuni eitt margfeldi, ið kanska upprunaliga útgávan manglaði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375