Vænta at Dalstunnilin verður liðugur fyri summarfrítíðina

Vænta at Dalstunnilin verður liðugur fyri summarfrítíðina
Enn er eitt sindur av arbeiði hjá Landsverki og øðrum arbeiðstakarum at gera
Gongst sum ætlað verður Dalstunnilin liðugur fyri summarfrítíðina.
 
09.03.2026 - 11:18

Arbeiðið at gera Dalstunnilin lidnan gongur framá, og hann verður liðugur í ár, helst fyri summarfrítíðina. 

Tað sigur Karl Vang, verkætlanarleiðari hjá Landsverki.

Síðsta skotið í Dalstunlinum varð latið av 9. novembur 2023. Einaferð var upp á tal, at bergholið skuldi vera liðugt í í fjør.

Enn er eitt sindur av arbeiði hjá Landsverki og øðrum arbeiðstakarum at gera.

Ferðslan til Dals og úr Dali fer eftir Dalsvegnum, sum gongur gjøgnum Dalsberg. Í vetur er tað komið fyri, at ferðslan onkuntíð er leidd gjøgnum ólidna bergholið, um tørvur hevur verið á tí.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09032026_Dalstunnilin

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672