Royndarskipan við sálarfrøðiligari hjálp í Suðuroy er farin at virka

Royndarskipan við sálarfrøðiligari hjálp í Suðuroy er farin at virka
Heilsutrygd hevur gjørt avtalu við sálarfrøðingarnar, Onnu Debes Hentze og Thorvald Danielsen, um royndarskipanina í Suðuroynni
 
10.03.2026 - 07:56

Royndarskipanin við sálarfrøðiligari hjálp í Suðuroynni er farin at virka, skrivar Heilsutrygd.

Sálarfrøðingar koma regluliga í Suðuroynna at hava viðtalur við fólk, sum hava fingið ávísing frá kommunulækna.

Skipanin virkar á sama hátt sum aðrastaðni í landinum. 

Talan er bæði um skipanina fyri ung millum 15 og 25 ár, sum kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, og um almennu skipanina, har fólk sjálvi rinda ein part.

Heilsutrygd hevur gjørt avtalu við sálarfrøðingarnar, Onnu Debes Hentze og Thorvald Danielsen, um royndarskipanina í Suðuroynni.

Tá sálarfrøðingarnir eru í Suðuroynni, eru teir á Sjógøtu 23 á Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493