Atlantsflog: Ikki neyðugt at hækka ferðaseðlaprísin

Atlantsflog: Ikki neyðugt at hækka ferðaseðlaprísin
Flogfelagið hevur prístryggjað ein stóran part av oljukeypinum
Hóast oljuprísurin er nógv hækkaður í seinastuni, er ikki hjá Atlantsflogi at hækka ferðaseðlaprísin.
 
10.03.2026 - 18:00

Tað verður í fyrsta umfari ikki neyðugt hjá føroyska flogfelagnum, Atlantic Airways, at hækka prísirnar á ferðaseðlum, nú oljuprísurin er hækkaður nógv, síðani kríggið í Miðeystri byrjaði.

Flogfelagið hevur prístryggjað ein so mikið stóran part av oljukeypinum, at tað í løtuni ikki er neyðugt at hækka prísirnar.

Í morgun boðaði SAS frá, at felagið fyribils fer at leggja eitt oljuískoyti á ferðaseðlarnar. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10032026_Atlantic

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678