Gerðarrættarmál: Grønlendska landsstýrið fær meginpartin aftur

Gerðarrættarmál: Grønlendska landsstýrið fær meginpartin aftur
Greenland Minerals fór í gerðarrættin við landsstýrinum um námsverkætlan, sum var steðgað, men gerðarrætturin sigur seg ikki kunna viðgera trætuna
Greenland Minerals fór í gerðarrættin við landsstýrinum, tí tað steðgaði einari námsverkætlan við Narsaq.
 
11.03.2026 - 09:46

Ein gerðarrættur hevur avgjørt, at landsstýrið í Grønlandi fær meginpartin av tí, gerðarrætturin kostaði landsstýrinum.

Greenland Minerals fór í gerðarrættin við landsstýrinum, tí tað steðgaði einari námsverkætlan við Narsaq.

Greenland Minerals, sum er avstralskt felag, hevur kravt 80 milliardir krónur í endurgjaldi frá landsstýrinum. 

Gerðarrætturin sigur seg ikki kunna viðgera trætuna. Og tað helt landsstýrið eisini uppá. 

Landsstýrið skal fáa 90 prosent, næstan 14,4 mió. kr., frá Greenland Minerals.

Endurgjaldið verður viðgjørt í grønlendska landsrættinum.

Gerðarrættarmálið kostar Greenland Minerals slakar 100 mió.kr., tá landsstýrið hevur fingið sítt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527