Móttøkuflokkurin í Skúlanum á Fløtum verður av ongum

Móttøkuflokkurin í Skúlanum á Fløtum verður av ongum
Tórshavnar kommuna hevur gjørt av, at frítíðarskúlin skal hava hølini, sum vóru ætlað móttøkuflokkinum
Nú er greitt, at ætlaði móttøkuflokkurin í Skúlanum á Fløtum verður av ongum.
 
23.03.2026 - 09:16

Ætlaði móttøkuflokkurin í Skúlanum á Fløtum verður av ongum.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av, at frítíðarskúlin skal hava hølini, sum vóru ætlað móttøkuflokkinum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri, við Skúlablaðið.

Móttøkuflokkar eru til teirra, sum hava føroyskt sum annaðmál.

Okkurt um helvtin av teimum, sum hava brúk fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál í Suðurstreymoy, eru í Skúlanum á Fløtum, ella á leið 80 næmingar. 

 

363 næmingar brúk fyri undirvísing

Tøl hjá Undirvísingarstýrinum frá september í fjør vísa, at 363 næmingar í 40 skúlum hava brúk fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál. 

Tórshavnar kvøldskúli hevði móttøkuflokk við øllum fólkaskúlanæmingum í miðstaðarøkinum. Men tað tilboðið helt uppat í 2023.

Í løtuni eru tríggir móttøkuflokkar, í Runavíkar kommunu, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Og móttøkuflokkur fyri ukrainsk flóttabørn er í Eysturskúlanum í Havn.

Tá eingin móttøkuflokkur er, fáa næmingarnir undirvísing í smærri bólkum eftir tørvi og aldri, skrivar Skúlablaðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938