Tøgn tegir ikki: "Sig mær" eitur nýtt staklag hjá føroyska dreingjabólkinum

Tøgn tegir ikki: "Sig mær" eitur nýtt staklag hjá føroyska dreingjabólkinum
"Sig mær" eitur nýggja sterka staklagið hjá føroyska superbólkinum Tøgn, sum spinnur víðari upp á vakra popptráðin, ið bleiv byrjaður við "Kamarið"
Teir fýra limirnir í dreingjabólkinum Tøgn f.v.: Bárður Petersen, Filip Zachariassen, Beinir Troest Rasmussen og Jónas Gaard
Mynd: PR-mynd  
 
23.03.2026 - 10:50

Tøgn hevur sett seg tung á føroysku dreingjabólka-trónuna. Tað var kanska ikki so trupult, tí tað er øgiliga langt millum føroysku dreingjabólkarnar. 

Men tað byrjaði við útgávuni av fyrsta staklagnum Kamarið", ið gjørdist eitt risahitt, sum eisini var kosið Ársins útvarpshitt av lurtarum Kringvarpsins.

Sterka byrjanin við "Kamarið" verður nú fylgt upp við útgávuni av staklagnum "Sig mær". Enn einaferð er talan um popptónleik á altjóða støði á føroyskum. 

 

Tríggir eru blivnir til fýra

Nakað er tó broytt síðani útgávuna av "Kamarið". Tríggir eru blivnir til fýra, tí Tøgn hevur fingið ein níggjan lim, Filip Zachariassen. 

Sostatt eru teir, ið manna bólkin: Bárður Petersen, Beinir Troest Rasmussen, Filip Zachariassen og Jónas Gaard.

Um hugt verður eftir fyrimyndirnar innan altjóða dreingjabólkar, so er fýra nokk eitt betri tal í tráð við The Beatles, hóast fimm limir er tað mest vanliga í dreingjabólkum. Take That, Westlife, Backstreet Boys, One Direction, NSync og New Kids On The Block høvdu øll fimm limir. 

 

Leingjast heim

Felags fyri allar limirnar í Tøgn er, at teir eru útiseta. Hetta er eisini tað, sum nýggi sangurin, "Sig mær", snýr seg um - at leingjast heim til Føroyar.

Allir limirnir í bólkinum hava verið við til at skrivað og framleitt "Sig mær", meðan tað er The Grand Old Man innan føroyska tónleikaframleiðslu, Óli Poulsen, ið hevur ljóðblandað og mastrað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715