Einki forfólk fekk flestar atkvøður á fólkatingsvalinum

Einki forfólk fekk flestar atkvøður á fólkatingsvalinum
Bárður á Steig Nielsen fekk 229 atkvøður, Beinir Johannesen 441, og Sirið Stenberg fekk 281 atkvøður
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fekk 229 atkvøður á fólkatingsvalinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2026 - 07:54

Einki floksforfólk fekk flestar atkvøður á sínum lista til fólkatingsvalið í gjár.

Á sambandslistanum fekk Bárður á Steig Nielsen 299 atkvøður, og hann fekk næstflestar atkvøður eftir Onnu Falkenberg.

Beinir Johannesen fekk 441 atkvøður - tað rakk til eitt fimtapláss á fólkaflokslistanum - aftan fyri Jørgen Niclasen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Símun Jóanesarson Hansen og Astrið Breckmann.

 


Beinir Johannesen, floksformaður, endaði á fimta plássi á fólkaflokslistanum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sirið Stenberg fekk 281 og fjórðflestar atkvøður hjá Tjóðveldi. Har gjørdist undanfarni formaðurin, Høgni Hoydal, toppskorari við 1532 atkvøðum, síðani kom Jóhannis Erlendsson, og honum á baki Liljan Weihe.

Hjá Miðflokkinum fekk formaðurin, Jenis av Rana, 97 atkvøður. Partamaðurin í løgtinginum Steffan Klein Poulsen fekk 139.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, var ikki á listanum hjá Javnaðarflokkinum, sum hevði tveir ymsar valevnislistar til ávíkavist fólkatings- og løgtingsvalið í morgin.

Framsókn og Sjálvstýri stillaðu ikki upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449