Kongur fær nú uppskot um, hvør skal vera samráðingarleiðari

Kongur fær nú uppskot um, hvør skal vera samráðingarleiðari
Allir 12 flokkarnir, sum stillaðu upp til fólkatingsvalið í Danmark, hava fingið umboðan
Javnaðarflokkurin hjá Mette Frederiksen hevði stóra afturgongd á valinum í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.03.2026 - 08:54

Um eina løtu, eitt korter til tíggju, fer Mette Frederiksen, forsætisráðharri, til kong at greiða frá valúrslitinum, og hvussu politiska landið liggur.

Síðani fer forsætisráðharrin at heita á kong um at bjóða forfólkunum í flokkunum á gátt.

Tey skulu hvør í sínum mæla kongi til, hvør skal standa á odda fyri samráðingunum at skipa stjórn.

 


Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, er í lyklastøðu eftir fólkatingsvalið í gjár. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Floksforfólkini eru 12 í tali - tí allir flokkar, sum stillaðu upp, hava fingið umboð í fólkatingið. Men enn hava øll ikki sagt, hvønn tey vísa á.

Í Danmark fekk reyði vongurin 84 sessir og tann blái 77.

Har ímillum eru Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen, sum hava 14 sessir.

Formaðurin í Moderatunum er tí komin í eina lyklastøðu. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650