MBM vil hava undantak at selja mjólkarúrdrátt til Íslands

MBM vil hava undantak at selja mjólkarúrdrátt til Íslands
Føroyskur landbúnaður er ikki góðkendur í ES, og tað forðar føroyskum vørum at sleppa á íslendska marknaðin
Tað er ikki sum at siga tað hjá MBM at sleppa á íslendska marknaðin við mjólkarúrdráttum, tí føroyskur lanbúnaður er ikki ES-góðkendur.
 
07.04.2026 - 13:39

Stjórin í MBM, Tony Weyhe, hevur eitt greitt ynski til nýggju landsstýrissamgonguna:

Fáið nú gjørt eitt undantak frá landbúnaðarpakkanum hjá ES í avtaluni við Ísland, so til dømis føroyskir mjólkarúrdráttir eisini kunnu seljast í Íslandi.

Áhugi er í Íslandi fyri føroyskum vørum, og av tí at talan er um marknað, sum er fleiri ferðir størri enn okkara, hevur tað stóran týdning fyri til dømis MBM, sigur Tony Weyhe.

 


Tony Weihe. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hóast føroyingar kunnu keypa øll møgulig sløg av íslendskum mjólkarúrdráttum og øðrum landbúnaðarvørum í handlum her heima, kunnu íslendingar ongar føroyskar mjólkaúrdráttir keypa í Íslandi.

Orsøkin liggur í Hoyvíkssáttmálanum, tí skulu føroyskar landbúnaðarvørur seljast í Íslandi, krevja íslendingar, at alt, sum verður selt har, skal vera ES-góðkent.

Men føroyskur landbúnaður er ikki ES-góðkendur, og tí forðar tað føroyskum vørum atgongd í Íslandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

MBM_og_Island

 

 

 

  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858