Jacob Vestergaard, landsstýrismaður: Familjan skal ikki við til Føroya

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður: Familjan skal ikki við til Føroya
Landsstýrið ætlar tippa at holið, ið gevur útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða, møguleikan at taka familjuna við. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.04.2026 - 18:43

Familjan skal ikki við, tá fólk koma hendan vegin fyri at arbeiða.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.

Stjórin í Vinnuhúsinum, sum umboðar arbeiðsgevararnar, vil ikki siga nakað, fyrr enn hann hevur verið á fundi við nýggja landsstýrismannain. 

Bjarni Kárason Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður í lógarmálum, arbeiddi við einum uppskoti, ið skuldi krevja revsiváttan og gera tað verri at fáa familjuna við, tá ein útlendingur fær uppihaldsloyvi í Føroyum.

Men familjan skal í fyrstu atløgu slett ikki við til Føroya, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum

 

Krevja revsiváttan

Eftir at ein polakkur leyp á eina kvinna við Sandá kom fram, at vit einki vita um tey, sum koma hendan vegin fyri at arbeiða.

Viðkomandi var júst sloppin út eftir at hava sitið ein dóm fyri at myrða eina kvinnu við eini øks.

"Tað skal steðgast við revsiváttan," sigur Jacob Vestergaard. 

Annars ætlar landsstýrið at velja fólk, sum eru muslimar, frá, í so stóran mund, sum til ber. 

 

12052025_Jacob_Vestergaard_03

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039