Anna skavaði sigurin um linjuna í evstu løtu

Anna skavaði sigurin um linjuna í evstu løtu
Anna Brændstrup skeyt einasta málið, tá føroysku fótbóltskvinnurnar vunnu tepran men uppibornan sigur á Georgia á Tórsvølli
Stórfagnaður eftir avgerandi málið hjá Annu Brændstrup ímóti Georgia
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
18.04.2026 - 19:13

Júst tá tað sá út til, at dysturin millum Føroyar og Georgia fór at enda málleysur, eydnaðist tað heimaliðnum at avgera.

Í síðsta minutti var ein bóltur spældur úr verjuni til føroyska framherja, sum fekk beint hann út aftur í venstru síðu. Innleggið fór ímóti handaru stongini, málverjin fekk hondina á, men tá bólturin kom niðurat fekk Anna Brændstrup skava hann inn um mállinjuna, og Føroyar var á sigurskós.

Ikki tí, føroyingarnir máttu stríðast í seks minuttir afturat, og tað stóð á ímóti endanum, men tað gekk, og bæði spælarar, venjarar og viðhaldsfólk kundu fegnast um trý uppiborðin stig.

 

Vóru favorittar

Føroyar vóru smáir favorittar ímóti Georgia, sum hevði tapt 4-0 fyri Grikkalandi, og er niðanfyri føroysku kvinnurnar á styrkislistanum, og tað sást eisini á vøllinum.

Føroysku spælararnir høvdu betri tíð og valdu nógv oftari røttu loysnina enn ímóti Grikkalandi týskvøldið, men kortini gekk ikki meir enn næstbest at spæla seg til stórar kjansir. Ásla Johannesen var nær við eftir horna, og Fridrikka Clementsen eftir gott kontra, men støðan í hálvleikinum var 0-0.

 

Satsaðu og vunnu

Gongdin var nøkulunda hin sama eftir steðgin - kanska Georgia høtti eitt sindur meir viðhvørt - og so líðandi óttaðust føroysku viðhaldsfólkini fyri, at tey máttu fara av Tórsvølli uttan eitt føroyskt mál.

Síðstu løtuna settu Føroyar í hægri gir. Álopssinnaðir miðvallarar komu inn fyri miðverjar, og heimaliðið fekk deyðbólt eftir deyðbólt. 

Tað gav eisini úrslit. Innskifta Anna Brændstrup stóð á rætta stað og tryggjaðu Føroyum ein góðan heimasigur.

 

Tórsvøllur (HM-undankapping, 3. umfar)

Føroyar - Georgia, 1-0 (0-0)

1-0 Anna Brændstrup, 90 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974