Viðhvørt skulu leiðarar hugsa minni og gera meir

Viðhvørt skulu leiðarar hugsa minni og gera meir
Í nýggjari bók gevur Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, leiðarum góð ráð um at minka um tankameldur og stúranir
 
27.04.2026 - 10:05

Tá leiðarar hugsa ov nógv.

Soleiðis eitur nýggj bók, sum Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, hevur skrivað.

- Fleiri leiðarar hugsa nógv um arbeiðsviðurskifti, men mann kann ikki altíð hugsa seg fram til alt. Mann kann ikki altíð hugsa seg fram til tær røttu loysnirnar ella tað besta úrslitið, sigur Kristian Eli Andersen.

Sambært honum kunnu leiðarar við ávísum amboðum læra seg at handfara tankarnar á besta hátt.

- Fyri tað fyrsta er tað umráðandi, at mann blívur tilvitaður um sínar tankar. Eisini er tað eitt gott hugskot, at gera sær eitt refleksiónsvindeyga. Tað vil siga, at tú sigur við teg sjálvan, at eg hugsi ikki um ein trupulleika ella avbjóðing beint nú, men goymi hesar tankarnar til klokkan sjey í kvøld, tá eg brúki eina løtu upp á mínar tankar, fortelur Kristian Eli Andersen.

Hann vísir vísir á, at við hesum er lættari ikki at brúka ov nógva tíð upp á at stúra ella hugsa ov nógv um okkurt ávíst.

Sambært honum er hetta eitt amboð, sum ikki bert leiðarar, men eisini flest onnur fólk kunnu fáa gagn av.

Í morgunsendingini forklárar Kristian Eli Andersen um leiðarar, sum hugsa ov nógv, og hvussu teir kunnu broyta hugsunarvanar.

a_1354-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Filosofiskur (1:6)
213158
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136