Ov tíðliga at seta revsitiltøk móti Iran úr gildi

Ov tíðliga at seta revsitiltøk móti Iran úr gildi
Forkvinnan í ES-nevndini sigur, at grundleggjandi broytingar mugu fremjast, áðrenn revsitiløkini verða strikað
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini.
Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.04.2026 - 15:03

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at tað er ov tíðliga at seta revsitiltøkini móti Iran úr gildi, skrivar Reuters.

- Vit halda, at tað hevði verið ov tíðliga at tikið revsitiltøkini av, segði hon í Berlin í dag á fundi við konservativa CDU-flokkin og bayerska systurflokkin, CSU.

Hon legði aftrat, at revsitiltøkini vórðu sett í verk, tí Iran kúgaði sítt egna fólk.

- Vit mugu fyrst síggja eina broyting, eina grundleggjandi broyting í Iran, áðrenn revsitiltøkini kunnu strikast, legði von der Leyen afturat, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV