Bretsku valini kunnu ávirka leitingina eftir olju og gassi í føroyskum øki

Bretsku valini kunnu ávirka leitingina eftir olju og gassi í føroyskum øki
Bretsku valini, sum júst hava verið, kunnu saktans verða tað, sum óbeinleiðis setur ferð á aftur leitingina eftir olju og gassi í føroyskum øki, tað sigur orkujournalistur
Oljupallar
Mynd: Savn  
 
10.05.2026 - 11:50

Bretsku valini, sum júst hava verið, kunnu saktans verða tað, sum óbeinleiðis setur ferð á aftur leitingina eftir olju og gassi í føroyskum øki.

Tað sigur Jan Müller, orkujournalistur og stjóri í Føroya Orkuídnaðarbólki, FOÍB

Føroyski áhugin at leita eftir kolvetni í undirgrundini er kyknaður aftur í seinastuni, serliga eftir at ófriður úti í heimi, fyrst russiska álopið á Ukraina og nú álopini hjá USA og Ísrael á Iran, hevur elvt til hækkandi prísir og óvissu um olju-veitingar.

Sum støðan er nú, er tað tó ikki heima í Føroyum, at forðingar eru fyri at fara undir oljuleiting aftur. Í hvussu er ikki politiskar forðingar.

Forðingarnar eru í staðin at finna hjá grannunum í Stórabretlandi. Tí tá sosialdemokratiski flokkurin Labour vann stjórnarvaldið aftur har fyri sløkum tveimum árum síðan, bleiv proppur at kalla settur í alt oljuvirksemið.

Men eftir parlamentsvalini í Skotlandi og Wales og lokalvalini í Onglandi hósdagin, verður væntað at vend kemur í.

Tað er serliga parlamentsvalið í Skotlandi og lokalvalini í Onglandi, sum birta vónirnar hjá teimum, ið vilja hava ferð á aftur bretsku kolvetnisvinnuna.

Tí í Skotlandi varðveitti tjóðskaparflokkurin Scotland National Party, stytt SNP, sína støðu sum størsti flokkur, og í Onglandi fekk Labour ein dyggan lúsing, meðan høgraflokkurin Reform UK vann stórsigur. 

Hesin flokkurin hevði eisini sera góð valúrslit í bæði Skotlandi og Wales.

Bæði SNP og Reform UK vilja hava ferð á olju- og gassvinnuna aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1811858

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026