HM stendur upp á spæl: - Kvinnurnar hava lagt trýst á okkum

HM stendur upp á spæl: - Kvinnurnar hava lagt trýst á okkum
Føroyar bresta saman við Bosnia Hersegovina í tveimum dystin hesa vikuna við HM-plássinum upp á spæl. - Kvinnurnar hava lagt trýst á okkum, sigur liðskiparin, sum vil til HM
11.05.2026 - 17:40

 - Kvinnurnar hava lagt eitt sindur av trýsti á okkum, so vit eru noyddir at spæla okkum víðari hesu ferð.

Tað sigur liðskiparin á føroyska hondbóltslandsliðnum Pauli Jacobsen undan dystunum ímóti Bosnia Hersegovina heas vikuna, har pláss í HM-endaspælinum í Týsklandi í 2027 stendur upp á spæl.

Tað var í vetur, at landsliðið hjá kvinnum royndi seg í heimsmeistarakappingini fyrstu ferð, og eftir tvær miseydnaðar røkkstøkk-royndir ímóti Týsklandi í 2022 og Norðurmakedónia í 2024 vóna menninir at tað nú fer at eydnast teimum eisini.

 - Dreingirnir tíma øgiliga væl at vera saman, og tað, at tú veitst, at tú í øllum førum fært tvær vikur saman, er nakað serligt. HM er nakað serligt, sigur hjálparvenjarin Hjalti Mohr Jacobsen.

Fimm úr landsliðshópinum, Pauli Jacobsen, Tóralvur Kollsker, Helgi Hoydal, Peter Krogh og Rói á Skipagøtu, vandu í síðstu viku saman við einum størri hópi av spælarum úr føroysku deildini, áðrenn leiðin gekk til Bosnia Hersegovina umvegis Danmark mánamorgunin.

 

Størstu stjørnuna fyriuttan

Eingin Elias Ellefsen á Skipagøtu var við í ferðalagnum. Spælskiparin er skaddur í økslini og verður helst at síggja millum føroysku viðhaldsfólkini við Tjarnir, tá alt skal avgerast leygarkvøldið. Tí mugu aðrar loysnir finnast.

LES EISINI: Eg havi ikki roynt at verið áskoðari fyrr

 - Tað hava vit kanska vant eitt sindur síðsta árið, sigur Hjalti Mohr Jacobsen og nevnir Golden League-venjingarkappingina síðsta heyst sum dømi.

 - Sjálvandi tekur hann øgiliga nógvar avgerðir hjá okkum vanliga, men vit hava øgiliga nógvar aðrar klókar spælarar, sum kanska sita nógv uttanfyri, men nú fáa kjansin at vísa seg, leggur Pauli Jacobsen afturat.

Víst verður serliga á Paula Mittún, Róa Ellefsen á Skipagøtu og Bjarna í Selvindi. Størstu álopsbyrðuna má Óli Mittún kortini taka á seg. 

 - Ja, hann kemur at hava ein stóran leiklut. Tað er eingin loyna, og vit rundan um, bæði spælarar á vøllinum, og vit sum eru uttanfyri, skulu so royna at stuðla honum, sigur hjálaprvenjarin.

Fyrri dysturin verður hósdagin kl. 19 og hin seinni verður leygarkvøldið kl. 19. Báðir dystirnir kunnu síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585