Landsstýriskvinnan: Politiska skipanin hevur ikki hildið bygningar viðlíka

Landsstýriskvinnan: Politiska skipanin hevur ikki hildið bygningar viðlíka
Fleiri íbúðabygningar á Eirargarði eru í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at høvuðsumvæla teir
Eyðdis Hartmann Niclasen er landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.05.2026 - 18:00

Politiska skipanin skal taka upp á seg sjálva, at íbúðabygningarnir í Eirargarði ikki hava verið hildnir viðlíka.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, nú avgerð er tikin um, at bygningarnir eru í ov ringum standi til at hýsa fólki frameftir.

 


Íbúðabygningarnir á Eirargarði eru í so ringum standi, at teir kunnu ikki hýsa fólki frameftir. 

 

Í 1977 tóku føroyskir myndugleikar við umsitingini av heilsuverkinum. Og í tí sambandi tók landsstýrið eisini við ognarskapinum av matriklinum og bygningunum á Eirargarði.

Heilsu- og orkumálaráðið upplýsir, at tað í fleiri áratíggju hevur verið kannað og viðgjørt, hvussu standurin á bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum hevur verið. Ein stór kanning varð gjørd í 1999, og tað h vur eisini verið uppaftur at venda í 2005 og í 2009.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12052026_Eyddis_um_Eirargard

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980