Hákun: Stórur munur á fyrra og seinna hálvleiki

Hákun: Stórur munur á fyrra og seinna hálvleiki
Bosnia Hersegovina hevði skotið seg upp á javnt samanlagt í hálvleikinum, men eftir steðgin vístu føroysku menninir, hvat teir eru gjørdir av, segði føroyski toppskjúttin
16.05.2026 - 21:47

 - Broytingin var stór frá fyrra til seinna hálvleik.

Tað segði Hákun West av Teigum eftir sigurin á Bosnia Hersegovina, sum sendi føroysku menninar til eitt HM-endaspæl fyri fyrstu ferð.

 - Tað snúði seg ikki so nógv um, hvussu Bosnia spældi, men meir um, hvussu vit sjálvir spældu og hugburð og kroppsmál, segði vongurin, sum við sínum 11 málum tók metið fyri flest mál á føroyska manslandsliðnum frá Hanusi Joensen.

Tað var kortini eingin ivi í huganum hjá stjørnuveinginum úr Berlin, hvat hann setti hægri, HM-plássið ella nýsetta metið.

 - Nei, tað fyrsta. At koma til eitt HM-endaspæl. Eg fari sjálvandi at feira tað við eini leskiligari Clickhaze seinni, men hitt er stuttligt, og eg eri errin av at vera mest skorandi higartil. So er spurningurin, um Elias ætlar at elta meg, smíltist Hákun West av Teigum.

Í steðginum var 17-15 til útiliðið og javnt samanlagt, men í seinna hálvleiki sást mestsum beinanvegin, at føroyska verjan hevði sett í eitt hægri gir. Tað hjálpti eisini í álopinum, sum treivst alsamt betri út á dystin.

Vongurin frøddist um, at tað nú var eydnast at mana HM-spøkilsi frá Norðurmakedónia í jørðina.

 - Vit eru nógv meira búnir sum spælarar. Tá eg hyggi aftur, var eg øgiliga ungur, og Óli, Elias, Vilhelm, vit hava allir bart okkum upp eftir og spæla í feløgum uttanlands, so hetta er eitt nógv búnari lið, og eg vænti, at tað fer bara at blíva betri, segði Hákun West av Teigum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481