- Útgávan er ein roynd at klemma øll tey ófullkomnu brotini í okkum sjálvum

- Útgávan er ein roynd at klemma øll tey ófullkomnu brotini í okkum sjálvum
The More You Know er úrslit av drúgvari, kreativari tilgond. Marianna Winter og unnustin, Ragnar Finsson, hava samstarvað frá byrjan til enda
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.05.2026 - 12:30

Tú traðkar inn í hitan. Heimurin steðgar eina løtu. Sum at liggja undir einari heitari dýnu, meðan vindurin larmar uttan fyri vindeygað.

Soleiðis stendur í tíðindaskrivi nú Marianna Winter letur fyrstu heildarútgávu sína The More You Know úr hondum.

Saman við einum sterkum bólki spælir hon tríggjar sangir Beinleiðis úr Studio 5.

The More You Know er ikki bara ein pláta. Hon er ein avmyndan av merglopi, eitt heimaband aftur í fortíðina og ein roynd at klemma øll tey ófullkomnu brotini í okkum sjálvum, sigur Marianna Winter.

Útgávan kennist sum eitt gamalt analog heimaband.

Eitt Panasonic mini DV-myndatól, sum hevur fangað allar tær erligu løturnar, og hóast tú vart ov lítil at minnast tær, følist tað sum, tær búgva onkrastaðni inni í tær.


Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Skróv og óljóð av bandinum og digitaliseringini hava avskeplað heildarmyndina og minnið, men kenslan er stjørnuklár enn. Við einum ljóðheimi, sum sameinir indie-folk, popp og rokk við løtum av inniligum indie-bedroom-poppi, er The More You Know eitt soundtrack til uppvøkstur hennara og til øll tey, ið kenna seg mitt ímillum tað, tey vóru, og tað, tey eru um at gerast.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Bólkurin í Studio 5 er hesin:

Marianna Winter (sang)
Ragnar Finsson (gittar og sang)
Hjørtur Pætursson Háberg (trummir og sang)
Kristian Pauli Ellefsen (keys)
Michala Sannino (bass og sang)



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Marianna Winter


 
1814146

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751