Ógreitt um lógarbroyting fer at ávirka støðuna hjá ákæruvaldinum

Ógreitt um lógarbroyting fer at ávirka støðuna hjá ákæruvaldinum
Ákæruvaldið ger onga viðmerking, fyrr enn broytingin í djóravælferðarlógini um grindadráp er lýst og komin í gildi
Løgtingið hevur samtykt, at grindadráp er ikki longur fevnt av djóravælferðarlógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2026 - 15:56

Ákæruvaldið hevur onga viðmerking til spurningin, um lógarbroytingin í djóravælferðarlógini, sum løgtingið hevur samtykt við triðju viðgerð í dag, fer at gera, at ákæruvaldið fer at sleppa ákærunum móti einum sýslumanni og grindaformonnum í Hvannasundi.

- Vit bíða við at úttala okkum, til lógin er lýst og komin í gildi, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri. 

Løgtingið samtykti við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti seinnapartin, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevnd av djóravælferðarlógini.

 

Vinnunevndin: Kann fáa ávirkan á eldri lógarbrot

Í álitinum frá vinnunevndini stóð, at "undir nevndarviðgerðini er upplýst, at henda lógarbroyting, um hon verður samtykt, fer at hava ávirkan á møgulig mál, sum eru til viðgerðar hjá myndugleikum, sum virka í Føroyum. Hetta kemst av, at sambært revsilógini skulu møgulig eldri lógarbrot, sum ikki eru avgjørd, metast eftir nýggju lóggávuni, um nýggjara lóggávan ikki førir við sær eina harðari avgerð enn tann fyrra."

Um hetta er rætt, skuldi tað havt ávirkan á aktuella málið, har ein sýslumaður og grindaformenn í Hvannasundi eru ákærd fyri at bróta lógina um djóravælferð. 

Grindamannafelagið skrivar, at hetta merkir vónandi, at ákærur ímóti grindafólkum fyri brot á djóravælferðarlógina, nú verða sleptar av ákæruvaldinum.

Men tað vil ákæruvaldið ikki siga nakað um enn. Ákæruvaldið hevur áður sagt, at málið er latið statsadvokatinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938