USA vil eisini gagnnýta náttúruríkidømið í Grønlandi

USA vil eisini gagnnýta náttúruríkidømið í Grønlandi
Jeff Landry, guvernørur og serligur sendimaður, eru komin heimaftur til USA eftir vitjan sína í Grønlandi
Jeff Landry, guvernørur og serligur sendimaður hjá Trump, forseta, í Grønlandi, sigur, at USA kann hjálpa Grønlandi at gagnnýta stóra náttúruríkidømið í landinum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
27.05.2026 - 08:37

Amerikanski áhugin fyri Grønlandi snýr seg ikki bara um geo'politikk, men eisini um at gagnnýta ovurhonds stóra náttúruríkidømið í Grønlandi.

Tað segði amerikanski guvernørurin, Jeff Landry, við sjónvarpsrásina Fox News, eftir at hann var komin heimaftur til statin Louisiana eftir vitjan sína í Grønlandi.

Jeff Landry er eisini serligur sendimaður hjá Donald Trump, forseta, í Grønlandi. 

 

USA kann hjálpa

Sambært guvernørinum kann USA við Donald Trump á odda hjálpa Grønlandi at fáa fatur á hesum náttúruríkidømi:

- Hetta hevði givið teimum ríkidømi, eins og olja og gass gav ríkidømi til Louisiana og amerikonsku tjóðina. Forsetin vil hava eina avtalu, og Grønland hevur brúk fyri eini avtalu. Grønland kundi útflutt tvær milliónir tunnur av olju um dagin beint nú, segði Jeff Landry.

- Tað hevði tikið nógv trýst av oljuflutninginum gjøgnum Hormuzstundið. Tað hevði havt stóra ávirkan á vestaru hálvu og USA. Tað hevði verið stór hjálp fyri Evropa. Sleppa vit í gongd, so kann Grønland útvinna olju innan 10 mánaðir, segði Jeff Landry í samrøðu við Fox News eftir vitjan sína í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360