Fipur á standby

Fipur á standby
Meira enn triði hvør fipurkaðal, sum er lagdur út til føroysk húsarhald og virki síðstu árini, er framvegis ikki komin at virka. NET gevst nú at leggja fleiri fipurkaðalar
 
28.05.2026 - 18:49

Tá Føroya Tele fyri júst einum mánað síðani kunngjørdi ársúrslitið fyri 2025, segði samtakið í sama tíðindaskrivi, at útbyggingin av fipurnetinum heldur fram. 

Víðari stóð at lesa, at "við árslok 2025 var talið á fipurkaðlum tilsamans, sum eru lagdir út til kundar, komið upp á umleið 10.500".

Men hetta er - eftir øllum at døma - ein sannleiki við modifikatiónum.

Í tíðindunum í kvøld staðfesti Páll H. Vesturbú, stjóri í NET (dóttirfelag hjá Føroya Tele), at umleið 3700 kundar, sum hava fingið fipur grivið inn til húsini, hava framvegis ikki møguleika at brúka hesa tøknina, sum gevur sera skjótt internet.

-Nú taka vit avleiðingarnar av tí og fyribils verður eingin nýggjur fipurkaðal lagdur. Í staðin verður øll orka løgd í at fáa tær fipurleiðingar at virka, sum longu eru lagdar, sigur Páll Vesturbú.

Málið um fipurnetið hjá Føroya Tele samtakinum er blivið aktuelt, eftir at løgtingsmaðurin Bill Justinussen hevur sett landsstýrismanninum við ábyrgd av Føroya Tele fleiri spurningar um útbyggingina. Í viðmerkingunum til grein-52a fyrispurningin skrivar Bill Justinussen, at tað frættist, at verkætlanin er steðgað upp, tí dótturfelagið NET ikki fær neyðugan kapital gjøgnum móðurfelagið at halda fram við fipurleggingini.

Páll Vesturbú, stjóri í NET, vil ikki inn í smálutir um fíggingina. Men hann ásannar, at verkætlanin er blivin nógv dýrari enn upprunaliga ætlað.

 

Hoyr innslag her:

Fipurnet_-_jbh_-_1800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373