Semingsstovnurin hittir Heilsuhjálparafelagið og KAF í dag

Semingsstovnurin hittir Heilsuhjálparafelagið og KAF í dag
Tvey úr hvørjum parti skulu tosa um tað, sum ósemja er um, og um møguleika er at gera semingsuppskot, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum
Semingsmenninir hava boðað Heilsuhjálparafelagnum og Kommunala arbeiðsgevaranum til fundar klokkan 13.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.06.2026 - 12:02

Kommunala arbeiðsgevarafelagið, stytt KAF, og Heilsuhjálparafelagið fara á fund við Semingsstovnin kl. eitt í dag. 

- Tvey úr hvørjum parti fara á fundin at tosa um tað, sum vit eru ósamd um, og um møguleiki er at gera eitt semingsuppskot, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, í stuttari viðmerking.

Mikudagin í síðstu viku vrakaðu bæði Heilsuhjálparafelagið og KAF eitt semingsuppskot um ein eitt árs sáttmála - heilsuhjálpararnir millum annað tí, at tað gav ov lítið, og kommunalu arbeiðsgevararnir millum annað, tí tað var ov dýrt.

Og síðan hava ongar veruligar samráðingar verið, men nú hava partarnir kortini fingið fundarboð frá semingsmanninum.

 


Mary Antonsdóttir.

 

Nyttar ikki at koma aftur við vrakaða innihaldinum

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum,  segði við útvarpið leygardagin, at hon var fús at samráðast, men at tað ikki nyttaði bara at koma við innihaldinum í vrakaða uppskotinum.

Tí tað líkist ov nógv innihaldinum í semjuni, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við 12 fakfeløg á almanna arbeiðsmarknaðinum, har lønarkarmurin fyrsta árið er 3,87 prosent.

 


Per Martin Gregersen. 

 

Støðan fastlæst

Per Martin Gregersen, formaður í KAF, segði í stuttari viðmerking við útvarpið leygardagin, at støðan hevur verið fastlæst, síðan samráðingarnar byrjaðu, og er lítið broytt. 

- Nú semingsmaðurin kallar okkum saman aftur, man hann halda seg hava fingið okkurt frá pørtunum at arbeiða við, sum ger, at hann metir grundarlag vera fyri at royna seming aftur, segði Per Martin Gregersen, formaður í KAF, við útvarpið leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858