- Tíðindi, mentan og ítróttur
Savnaðust við stokkum í Vágsbotni

Í gjár var World wide knit day in public hildin á trappuni í Vágsbotni í Havn.
Tað merkir, at ein hópur av fólki um allan heim í felag seta seg at binda í almenna rúminum.
Og dagurin er fyri øll. Tað sigur Alisa Vesenberg Thomsen, sum skipar fyri tiltakinum í Havn.
Øll kunnu vera við
- Summi halda, at tað bara eru ommur sum binda, men við hesum tiltakinum kunnu vit vísa, at tað eru eisini ung, kvinnur og menn, lesandi og foreldur og ítróttafólk og alt har í millum, so binding er fyri øll!
Tað sigur Alisa Vesenberg Thomsen, sum skipar fyri degnum í Havn.
Tiltakið byrjaði í 2005 í Englandi. Tá vóru 25 lokal tiltøk skrásett, sambært Alisu Vesenberg Thomsen. Og góð ellivu ár eftir, í 2016, vóru meira enn 1000 tiltøk skrásett um allan heimin.
Tá vóru fólk við allan vegin úr Tokyo og New York, men eisini í grannalondunum her heima.
Alisa Vesenberg Thomsen skipar fyri binditiltakinum í Vágsbotni, sum er einaferð um árið.
At binda saman er nakað serligt
Alisa Vesenberg Thomsen hoyrdi fyri fyrstu ferð um tiltakið fyri fýra árum síðani, tá tað bleiv hildið í Klaksvík. Og tá fór hon beint at kanna, um hetta tiltakið eisini var í Havn, og tá tað ikki var í høvuðsstaðarøkinum, so tók hon stigið til tað.
Tí tað at seta seg saman at binda er nakað heilt serligt, spyrt tú Alisa Vesenberg Thomsen, eisini fyri sálarligu heilsuna.
- Nú tosa vit nógv um, at tað gongur so skjótt fyri seg í samfelagnum, og tað er nógv at gera, men at binda hjálpir okkum at koma niður í ferð. Tað upptekur hendurnar og gevur ein steðg frá gerandislarminum.
Og helst eru fleiri samd. Í øllum førum er hetta ein dagur, sum føroyingar hava hug at vera við til, tí undirtøkan hevur verið vaksandi øll árini, sigur Alisa Vesenberg Thomsen.
Eitt gevandi tiltak upp á nógvar mátar
Bæði ung og gomul, roynd og óroynd, menn og kvinnur eru við á degnum. Og eisini ferðafólk úr ymiskum londum koma at forvitnast.
- Kemur mann oman, má mann eisini vera fyrireikaður at koma við upp á nógvar myndir, tí ferðafólki er ógvuliga áhugað í tí, sum gongur fyri seg, sigur Alisa Vesenberg Thomsen við einum smíli.
Sjálv hevur hon fingið nógv burturúr seinastu árini. Hon hevur bæði nýggj vinabond og fleiri møguleikar, sum hon annars ikki hevði fingið, sigur Alisa Vesenberg Thomsen.
- Eg føli veruliga, at hetta er nakað, har eg havi møguleika at geva aftur. Eg vóni, at hetta er nakað, sum fer at halda fram leingi aftrat.
Hoyr samrøðuna við Alisu Vesenberg Thomsen við at trýsta á pílin niðanfyri:























