Orban verður ongantíð forsætisráðharri aftur

Orban verður ongantíð forsætisráðharri aftur
Ungarska tingið hevur avmarkað tíðina hjá einum forsætisráðharra til átta ár
Viktor Orban var forsætisráðharri í Ungarn í tilsamans 20 ár.
 
16.06.2026 - 09:36

Tingið í Ungarn hevur samtykt at broyta grundlógina soleiðis, at Viktor Orban ongantíð kann gerast forsætisráðharri í landinum aftur.

Undir valstríðnum lovaði táverandi andstøðuleiðarin, Peter Magyar, at tryggja, at mark var fyri, hvussu leingi tað skal bera til at vera forsætisráðharri.

Í gjár atkvøddi ovurstórur meiriluti í tinginum fyri at avmarka valskeiðið hjá einum fólki sum forsætisráðharri til átta ár. 

Broytingin í stjórnarskipanini kravdi, at tveir triðingar av teimum 199 limununum í tinginum atkvøddu fyri, og broytingin varð samtykt við greiðum meiriluta, 135 atkvøddu fyri

Viktor Orban var forsætisráðharri í Ungarn í tveimum umførum í tilsamans 20 ár.

Nýggja lógin er eisini galdandi fyri Magyar, sum tók við sum forsætisráðharri í farna mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572