Óvist um Bústaðir taka við rakstrinum av Skúlaheiminum

Óvist um Bústaðir taka við rakstrinum av Skúlaheiminum
Skúlaheimið í Havn má setast í stand, og Bústaðir vilja fyrst hava at vita, hvat tað fer at kosta
Bústaðir vilja fyrst hava at vita, hvat tað fer at kosta at seta Skúlaheimið í stand, áðrenn avgerð verður tikin, um Bústaðir skulu taka við rakstrinum av heiminum.
 
18.06.2026 - 08:24

- Skulu vit taka okkum av Skúlaheiminum, skal bygningurin setast í stand, og vit mugu fáa at vita, hvat tað fer at kosta, áðrenn vit taka avgerð. 

Tað sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, í sambandi við, at Bústaðir hava fingið fyrispurning um at yvirtaka raksturin av Skúlaheiminum í Havn.

Í vár fingu Bústaðir fyrispurning frá leiðsluni á Glasi, um Bústaðir eru sinnaðir at yvirtaka raksturin av Skúlaheiminum.

Glasir rekur Skúlaheimið, men vil sleppa av við raksturin.

 

Ætlaðu at hækka leiguna

Av tí at fíggjarstøðan var sperd, boðaði leiðslan á Glasi frá í vár, at leigan skuldi hækka í august í ár, og so aftur í januar næsta ár, men hesum ætlanum steðgaði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum. 

Hann sigur í stuttari viðmerking, at  at ein arbeiðsbólkur er settur, sum skal koma við tilmæli í september, hvat skal henda og møguliga gerast við bygningin, sum hýsir Skúlaheiminum í Havn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

 

18062026_Skulaheimid

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974