Freyr og Anna vunnu á tungari breyt

Freyr og Anna vunnu á tungari breyt
Freyr var einasta rossið, sum rann 250 metrar undir 20 sekund, tá 2. føroyameistarakappingin í tvíspori var á bleytu breytini við Leynavatn
Freyr við Onnu Magnussen á baki vunnu fyrsta flokkin í tvíspori við Leynavatn
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
21.06.2026 - 14:08

Freyr við Onnu Magnussen vunnu 2. føroyameistarakappingina í tvíspori, sum var við Leynavatn um vikuskiftið.

Váta veðrið gjørdi, at breytin var bleyt og tung at ríða á, og tær umstøðurnar meistraðu tey bæði best. Í 1. flokkinum var Freyr einasta ross, sum rann 250 metra langa teinin upp á minni enn 20 sekund. Vinnaratíðin var 19,80 sekund, skrivar Ríðisambandið.

Nummar tvey var Silfá við Ásu Bárðardóttir (20,13), og Sproti við Helenu Nilssen endaðu á 3. plássi (20,51). Tey bæði vunnu sær uppflyting til 1. flokk síðsta vikuskiftið, tá tey vunnu 2. flokk við næstbestu tíðini.

LES EISINI: Helena og Sproti stjólu yvirskriftirnar 

Spirit og Drós Andriasardóttir vunnu tvíspor 2, Báran og Hanus Patursson fingu 2. plássið og Litbrá og Elisabeth Niclasen gjørdust nummar trý. Tvíspor ung vunnu Kiljan og Simona Tornby, nummar tvey gjørdist Doran og Fía Nolsøe og nummar trý var Lítli við Alexndru Glerfoss á baki.

Travkappingina vunnu Grettir og Hallur Hansen. Nummar tvey var Dropi og Lív Djurhuus, og Gígur við Simonu Tornby á baki gjørdust nummar 3. Skeið vunnu Kvika og Bárður Johannessen. Brúni og Jóannes Debes endaðu á 2. plássi, og nummar trý var Litbrá og Elisabeth Niclasen. Tøltgreinina vunnu Brynjar og Regin Johannessen. Nummar tvey var Strákur og Bárður Johannessen, og Tango og Hallur Hansen endaðu á 3. plássi.

Triðja FM-kappingin verður í Havnardali ólavsøkudag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439