Býráðslimir fara víðari við málinum um umval í Runavík

Býráðslimir fara víðari við málinum um umval í Runavík
Teir fimm býráðslimirnir halda tað vera ov víðgongt at vraka alt valið í Runavíkar kommunu av einari ivasamari atkvøðu
Tóri Højgaard er varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu og millum teirra, sum hava stevnt Fíggjarmálaráðnum.
 
22.06.2026 - 13:02

Teir fimm býráðslimirnir, sum stevndu Fíggjarmálaráðnum við kravi um at broyta avgerðina hjá myndugleikunum at lýsa umval í allari Runavíkar kommunu, halda fram við málinum.

Tað sigur Tóri Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, og ein av teimum fimm, sum hevur stevnt.

Róð verður framundir, at landsrætturin í revsimálinum í síðstu viku meira ella minni hevur staðfest, at talan er um valsvik.

Tóri Højgaard sigur, at eftir teirra tykki er tað ein ov ógvisliga avgerð at vraka alt valið í Runavíkar kommunu av einari ivasamari atkvøðu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22062026_Tori_Hojgaard

 

Vit hava biðið Løgmansskrivstovuna um viðmerking til málið, men haðani hava vit fingið tað skrivliga svarið, at løgmaður ikki hevur viðmerkingar til revsimálið.

Viðvíkjandi málinum um umval, sigur Løgmansskrivstovan, at tað er til viðgerðar í Føroya rætti, og gongur sína gongd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585