Landsstýrismaðurin: Færri tíðaravmarkað lærarastørv

Landsstýrismaðurin: Færri tíðaravmarkað lærarastørv
Til næsta skúlaár er lýst eftir 156 lærarum, 104 í tíðaravmarkað starv og 52 í fast starv, sigur Lærarafelagið
Bárður á Lakjuni er landsstýrismaður í mentamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.06.2026 - 13:41

Tíðaravmarkaðu størvini skulu vera færri og tey føstu fleiri.

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, við Skúlablaðið um lærarastørv í fólkaskúlanum.

Men, sigur hann, vit sleppa helst ongantíð undan tíðaravmarkaðum størvum.

Til næsta skúlaár er lýst eftir 156 lærarum, 104 í tíðaravmarkað starv og 52 í fast starv, sigur Lærarafelagið.

 

Skulu søkja á hvørjum ári

Lærarar í tíðaravmarkaðum starvi skulu hvørt ár søkja starv.

Eingin teirra kennir seg tryggan í at hava starv, tá nýtt skúlaár byrjar.

Í kanning hjá Námsvísindadeildini sæst, at árini 2023, 2024 og 2025 fingu 85 fólk læraraprógv. 

Bara 55 teirra eru lærarar í fólkaskúlanum. Og bara níggju hava fast starv. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162