- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump hóttir við at leypa á Iran aftur í kvøld

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar um, at USA fer at leypa aftur á Iran í kvøld.
- Hetta er bert ein lítil ávaring. Vit fara at raka hart í kvøld.
Boðini, sum hann bar fram á tíðindafundi í Ankara, har NATO-toppfundur hevur verið, koma, eftir at londini bæði hava lopið á hvørt annað seinasta samdøgrið.
Úr Iran er longu svar komið:
- Komið endiliga! Vit bíða eftir tykkum. Og vit lova, at ikki ein einasti amerikanskur hermaður kemur aftur á lívi, skrivar Ebrahim Rezaei, talsmaður fyri almenna iranska trygdarráðið, í boðum á miðlinum, X.
Iran dripið fólk í 47 ár
Donald Trump sigur, at IRan hevur logið, svikað og dripið fólk í 47 ár, og at hann er fyrsti forseti, sum ger okkurt við tað.
Samstundis sigur hann, at fyribils avtalan, sum londini skrivaðu undir í juni mánaði, er brotin.
- Iran brýtur avtaluna hvønn dag, segði hann.
Sambært Trump er ikki vist, at londini semjast um eina endaliga avtalu.
- Vit gera tað kanska bara uttan eina avtalu. Tað er lættari, sigur Donald Trump.

























