Argentina og Ongland hittast aftur undir søgunnar skugga

Argentina og Ongland hittast aftur undir søgunnar skugga
Falklandskríggið, Guðs hond og Beckham ímóti Simeone. Tá Argentina og Ongland hittast í HM-hálvfinaluni í kvøld, er tað í skugganum av søguni landanna millum
Mynd: Lee Smith/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.07.2026 - 14:50

Tá Argentina og Ongland fara á vøllin í HM-hálvfinaluni í Atlanta í kvøld, er talan um meir enn ein vanligan fótbóltsdyst. 

Gamaní, Lionel Messi og Harry Kane spæla um finaluplássi - í so máta stendur ivaleysa nógv upp á spæl - men søgan og fótbóltssøgan landanna millum gera dystin serstakan.

 


Lionel Messi var rørdur til tár eftir fjórðingsfinalusigurin á Sveis. Nú skal hann royna seg ímóti Onglandi fyri fyrstu ferð. (Brett Davis/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Stríð í Atlantshavinum

Í apríl í 1982 byrjaði vápnað stríð um Falklandsoyggjarnar ella Islas Malvinas, sum liggja sunnarlaga í Atlantshavinum umleið 500 kilometrar frá argentinsku eysturstrondini.

Sjálv trætan hevði vart síðan tíðliga í 1800-talinum, og við sniðálopi tók Argentina brádliga oyggjarnar. Stórabretland svaraði kortini aftur, og 20. juni - eftir harðar bardagar, sum tók lívið av fleiri hundrað herðmonnum á báðum síðum - eydnaðist bretum at taka Falklandsoyggjarnar aftur.

Stríðið hevði við sær, at hernaðarstýrið í Argentina fall, og at landið aftur gjørdist fólkaræði, meðan konservativa Margareth Thatcher fekk politiskan undanvind í Onglandi.

 

Tvey guddómlig mál

Stríðið um Falklandsoyggjarnar var ikki liðugt, tá bæði Argentina og Ongland royndu at vinna heimsmeistarakappingina í fótbólti, sum var hildin í Spania. Bæði londini vórðu sligin út í miðumfarinum, og endin var, at Italia við Paolo Rossi á odda vann á Vesturtýsklandi í finaluni í Madrid.

Londini hittust tískil ikki innanhýsis, men tað gjørdu tey fýra ár seinni, tá Meksiko var vertstjóð. Gitni Azteka-leikvøllurin í høvuðsstaðnum var karmur um dystin og tvey tey kendastu málini í HM-søguni frá einum av kendastu fótbóltsspælarunum yvirhøvur; Diego Maradona.

Fyrst legði framherjin við 10-talinum á rygginum Argentina framum, tá hann í dysti við enska málverjan Peter Shilton leyp upp og sló bóltin í málið við hjálp frá "Guðs hond" ella "La mano de Dios", sum Maradona málbar seg.

Bert fýra minuttir seinni skeyt Maradona málið, sum nógv meta sum hitt besta í søguni; hesa ferð tørvaði honum onga hjálp. Vinstrabeinti úrmælingurin fekk bóltin á miðjun vølli, og upp á 10 sekund dróg hann framvið fýra mótstøðuleikarum umframt málverjanum, Peter Shilton, sum aftur var hjálparleysur.

Maradona sendi bóltin í málið úr spískum, Argentina var í hálvfinaluni og eina viku seinni kundi gitni framherjin lyfta HM-steypið.

 


Maradona og Messi: Teir báðir argentinsku gandakallarnir teljast millum størstu spælararnar í fótbóltssøguni. (Mynd: Lee Smith/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Beckham sá reytt

Onglendingar høvdu sjálvsagt ilt við at góðtaka tapið, og serliga Peter Shilton tók tað illa upp. Fleiri skot vóru latin í miðlunum, men ikki fyrrenn í 1998 hittust liðini aftur í heimsmeistarakapping. 

Hesa ferð spældu liðini í áttandapartsfinaluni, og Ongland fór á flog, tá bert 18 ára gamli Michael Owen skoraði til 2-1 við frálíkum einstaklingaavriki. Trupulleikin var bara, at bert eitt gott korter var spælt, og beint fyri steðgin javnaði Javier Zanetti eftir snilt fríspark.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá ensku vónirnar kámaðust. David Beckham, sum taldist millum stóru ensku stjørnurnar, var feldur nakað harðliga av miðvallaranum Diego Simeone og liggjandi sparkaði hann mótstøðumannin. Danski dómarin, Kim Milton Nielsen, ivaðist ikki og tók reyða kortið úr lummanum.

 


Danski dómarin Kim Milton Nielsen vísir David Beckham reyða kortið í áttandapartsfinaluni millum Ongland og Argentina í 1998. (Mynd: Darren Walsh/Action Images/Ritzau Scanpix)

 

Onglendingar stríddust manniliga við 10 monnum, men teimum so líkt, taptu teir dystin eftir brotssparkskapping. Argentina mátti takka fyri seg eitt umfar seinni, tá Dennis Bergkamp avgjørdi fyri Niðurlond til 2-1 við minniligum máli sutt fyri leiklok. 

Fýra ár seinni eydnaðist Onglandi at vinna á Argentina í bólkaspælinum, men hvørki land kom langt í kappingini. 

 

Messi ímóti Onglandi

Síðan 2002 hava londini ikki spælt ímóti hvørjum øðrum í HM-høpi. Tí verður tað fyrstu ferð 39 ára gamli Lionel Messi, sum hevur spælt meir enn 200 landsdystir, skal royna seg ímóti Onglandi.

Hann skrivar søgu onkursvegna mestsum hvørja ferð hann spælir, og við honum á vøllinum,tykist Argentina trúgva upp á enn eitt HM-gull. Eydnast tað, verður tað knúnan á einum longu framúrskarandi verki.

Verri hevur verið við trúnni hjá Onglandi, sum ikki hevur vunnið HM síðan 1966. Eftir 60 ára longsul, hevur gongdin hevur kortini verið góð seinastu árini, og Ongland kann fegnast um tvey finalupláss á rað í undanfarnu evropameistarakappingunum. 

Við Kane og Jude Bellingham á odda kann Ongland fáa úrslit, hóast spælið undir týska venjaranum Thomasi Tuchel ikki altíð er glitrandi. Um tað verður nóg mikið ímóti einum tendraðum Argentina verður sjón fyri søgn í kvøld.

 


Avrikini hjá Harry Kane og Jude Bellingham, sum báðir hava skotið seks mál higartil, geva Onglandi vón um fyrsta HM-gullið síðan 1966. (Mynd: Roberto Schmidt/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096