TAKS: Meiri ólógligur heilivágur í fjør

TAKS: Meiri ólógligur heilivágur í fjør
TAKS heldur aftur ólógligan heilivág og beinir hann burtur, tí nýtsla kann vera vandamikil. Í fjør vóru 242 postsendingar av ólógligum heilivági
 
07.01.2014 - 14:03

Tolleftirlitið hjá TAKS staðfesti í fjør vøkstur av ólógligum innflutningi av heilivági. Í 2013 varð lagt hald á 242 sendingar av heilivági samanborið við 134 sendingar í 2012.

Talan er um sendingar, sum eru innfluttar sum postur. Hetta er heilivágur av ymiskum slag, sum privatpersónar keypa á netinum frá ymiskum útlendskum seljarum. Í útlandinum eru tað fleiri og fleiri seljarar, internetapotek, sum bjóða seg fram at selja heilivágin. Lítið og einki eftirlit er við, hvat framleitt verður, og hvørjum evnum framleiðslan verður gjørd burturúr.

Kann vera vandamikið

Nýtsla av slíkum heilivági kann vera vandamikil. Sambært HOD (Helse- og omsorgsdepartementet) kann heilivágurin bæði verða dálkaður, ikki hava røttu virkandi evnini, hava skeivan skamt og innihalda onnur evni, enn lýsingin sigur. Tað kann hava við sær eitran, hjáárin,  og í ringasta føri skaða heilsuna.

Í Føroyum er tað bert Apoteksverkið, sum hevur loyvi til at flyta inn og selja heilivág.

TAKS heldur aftur

Heilivágurin, sum onnur enn Apoteksverkið flyta inn, verður afturhildin av TAKS og burturbeindur. Talan er ofta um rættiliga kostnaðarmiklan heilivág, sum keyparin ikki kann fáa útflýggjaðan.Tí missir keyparin peningin, hann hevur goldið fyri ólógliga heilivágin.

Tað er ein partur av tolleftirlitsarbeiðinum hjá TAKS at tryggja fólkaheilsuna við m.a. at steðga ólógligum innflutningi av ólógligum heilivági.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204