"Plantur til matna" komin út sum pappírsbók

"Plantur til matna" komin út sum pappírsbók
Bókin, sum savnar vitan um at dyrka grønmeti í Føroyum, hevur verið talgild síðani 2024, men kom í summar út sum "vanlig" bók
Sigga Rasmussen, cand.hort, hevur skrivað bókina "Plantur til matna"
 
05.08.2026 - 11:34

"Tørvur var á at savna vitan um at grógva grønmeti í Føroyum, tí kunnleikin var spjaddur og í ov lítlan mun niðurskrivaður". Tað sigur Sigga Rasmussen, cand.hort, sum hevur skrivað bókina "Plantur til matna", ið kom út sum sbók í 2024.

Bókin var eitt úrslit av eini verkætlan, sum Sigga tók stig til á vári 2022 í samstarvi við Búnaðarstovuna og NÁM, og nú er hon komin út í pappírsútgávu, so fólk eisini kunnu hava hana liggjandi frammi. Sigga viðmælir tó eisini at nýta sbókina, tí har eru fleiri leinkjur til upplýsingar um plantur, dyrking og vøkstur.

Sigga Rasmussen hevur arbeitt í nógv ár við plantum millum annað sum námslektari í planutfrøði á Setrinum. Hon hevur eisini gjørt sendingar og skrivað greinar um urtagarðar, vøkstur  og dyrking, men sá ein tørv á, at vitanin um at dyrka grønmeti í Føroyum var savnað. Tí liggur eitt stórt granskingar- og savningararbeiði aftanfyri bókina:

- Í arbeiðnum at skriva "Plantur til matna" havi eg tosað við gartnarar, bóndur og onnur, ið hava royndir við at dyrka grønmeti í Føroyum. Eisini havi eg savnað greinar og annað skrivligt tilfar um evnið, eins og bókin er grundað á mínar egnu royndir, sigur Sigga Rasmussen.

 

"Plantur til matna" er tøk sum sbók á heimasíðuni: https://planturtilmatna.sbok.nam.fo/

 

Lurta eftir samrøðuni við Siggu, sum var í sendingini Summarmorgun her:

 

1825636

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666