Persónliga mennandi at tulka løg og orð hjá øðrum

Persónliga mennandi at tulka løg og orð hjá øðrum
Við verkætlanini "Un Covered" kannar Greta Svabo Bech, hvussu løg fáa annan týdning, tá tey verða tulkað. Tað hevur verið ein spennandi og mennandi tilgong, heldur hon.
Greta Svabo Bech í upptøkuhølunum í Duras, har hon, maðurin Fredd Ruddick og dóttirin búgva
 
21.08.2026 - 12:59

Røddin hjá Greta Svabo Bech, tónlistakvinnu, bleiv kend, áðrenn hon sjálv hevði givið egnan tónleik út.

Tað var í 2010, tá hon sang á Grammy-tilnevnda lagnum hjá Deadmau5, "Raise Your Weapons". Tí hevur spurningurin um, "hvat tað merkir at syngja orðini hjá øðrum", fylt nógv í hennara hugaheimi.

Nú 16 ár eftir, hevur hon sett sær fyri at kanna spurningin: hvat tað merkir at syngja orðini hjá øðrum, og í hvønn mun kensluligi týdningurin í einum lagi býr í orðunum og lagnum og í mátanun, tað verður framført og latið í.

- Tað hevur verið ein spenanndi tilgongd, og eisini ein frígerandi kensla. Eg havi funnið útav, at mann saktans kann fortelja søgur gjøgnun orðini og hjá øðrum, og gera eitt lag til "sítt egna" við at leggja sína sál í tað og lata tað í sín egna tónleikaliga ham, sigur Greta.

Un Covered er tikin upp í lítla býnum Duras í Suðurvesturfraklandi, har Greta býr saman við manninum Fredd Ruddick og dóttir teirra.
Fredd Ruddick og Greta hava framleitt útgávuna saman.

Verkætlanin fevnir um fýra ikonisk poppløg. Fyrsta lagið, sum kom út, var "Torn", sum Scott Cutler, Anne Preven og Phil Thornalley skrivaðu í 1993, men sum bleiv heimskent í 1997, tá Natalie Imbruglia tulkaði tað.

Í dag kom næsta lagið í verkætlanini: "Girls just wanna have fun". Tað varð skrivað av Robert Hazard í 1979, men bleiv veruliga kent, tá Cyndi Lauper spældi tað inn í 1983.

Lurta eftir samrøðuni við Gretu Svabo Bech, har hon greiðir frá um verkætlanina og sínari tulking av hesum løgunum:

 

1828037

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938