Politiið kannar herverk á vatnbrunnar hjá Bakkafrosti

Politiið kannar herverk á vatnbrunnar hjá Bakkafrosti
Vatnið, sum skuldi fara í smoltstøðina, fór í ánna í staðin fyri, og við henni út á sjógv
Kanningardeildin hjá politinum kannar nú málið um vatnið hjá Bakkafrosti í Skálavík.
 
27.08.2026 - 10:27

Kanningardeildin hjá politinum kannar nú málið um vatnið hjá Bakkafrosti í Skálavík.

Hósmorgunin í síðstu viku sóu fólk hjá Bakkafrosti, at allir fýra ventilar á vatnbrunnunum hjá Bakkafrosti til smoltstøðina í Skalavík vóru latnir upp.

Vatnið, sum skuldi fara í smoltstøðina, fór í ánna í staðin fyri, og við henni út á sjógv.

Hetta var meldað.

Kári Jacobsen, kanningarleiðari, sigur, at málið verður kannað.

Politiið hevur verið í Skálavík.

Tøkniligar kanningar eru gjørdar á staðnum, og avhoyringar hava verið.

Kári Jacobsen veit ikki, nær kanningin verður liðug.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961