Føroyar mugu gerast sjálvstøðugar fyri at fáa betri marknaðaratgongd

Føroyar mugu gerast sjálvstøðugar fyri at fáa betri marknaðaratgongd
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, heldur, at vit koma ikki av fetanum í spurninginum um betri marknaðaratgongd í ES, fyrr enn vit eru sjálvstøðugt land
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og politiskur viðmerkjari, var í Breddanum í gjár.
 
09.09.2026 - 09:13

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, heldur ikki, at tað fer at eydnast at fáa Føroyum stórvegis betri marknaðaratgongd í ES ella aðrastaðni, um Føroyar ikki kunnu samráðast vegna seg sjálvar sum sjálvstøðugt land.

Tað segði hann, tá hann í gjár var viðmerkjari í Breddanum, sum millum annað viðgjørdi fundin millum Beinir Johannesen, løgmann, og ES-forkvinnuna, Ursulu von der Leyen, í Grønlandi.

Jóannes Eidesgaard vísti eisini á, at føroysku orsøkirnar til, at vilja nærkast ES, als ikki eru tær somu, sum vit hava sæð í Íslandi, ið júst hevur havt fólkaatkvøðu um spurningin. 

Ísland hevur ikki trupulleikar við marknaðaratgongd, men við eitt nú inflasjón, óstøðugum gjaldoyra og høgari rentu.

Tey viðurskiftini eru í lagi hjá Føroyum, segði hann, men í staðin er marknaðaratgongdin ein stórur trupulleiki hjá okkum.

 

Niels Winter

Frítekst tagging: 

Niels Winther.

 

Stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, staðfestir eisini, at vit eru ongan veg komin at fáa betri marknaðaratgongd í ES. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

09092026_Marknadaratgongd

 

Hoyr allan Breddan her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028