Ivast um svarið er frá umsitingini ella uttanhýsis advokati

Ivast um svarið er frá umsitingini ella uttanhýsis advokati
Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, er ikki nøgdur við svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um ræðisrætt hjá festarum
Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, er ikki nøgdur við svarið frá landsstýrismanninum í vinnumálum, og sigur seg ivast í, hvør hevur skrivað svarið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2026 - 10:33

- Tú kanst ikki líta á, um svarið er frá umsitingini, ella frá einum advokati í býnum. 

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen um svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um markið millum ræðisrættin hjá festarum og onnur samfelagslig áhugamál.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur tingmaðurin hjá Framsókn, at í almenna rúminum sæst tann fatanin, at tað at hava landsjørð í festi gevur festaranum víðfevndan ræðisrætt yvir øllum virðum, ið staðsett eru á festinum.

Hann vil at fáa greiðu á, hvar grundleggjandi markamótið er millum landbúnaðarliga ræðisrættin hjá festaranum og aðrar almennar heimildir og samfelagslig áhugamál, sum kunnu vera knýtt at sama øki.

Jacob Vestergaard hevur svarað øllum spurningum undir einum. Og tað er Bjarni Kárason Petersen ikki fegin um.

Hann ivast í, hvør hevur skrivað svarið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16092026_Bjarni_Karason

 

Alt svarið kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329