Fara ikki í Landsrættin við dómi um eld

Fara ikki í Landsrættin við dómi um eld
Ákæruvaldið prógvaði ikki, at ein 70 ára gamal maður skal hava sett eld á alment vesi í Havn, og maðurin var frídømdur í Føroya rætti
Ein 70 ára gamal maður var ákærdur fyri eldásetingina seinnapartin 9. november 2024. Hann var frídømdur í Føroya rætti.
 
17.09.2026 - 14:38

Ákæruvaldið fer ikki í Landsrættin við dóminum hjá Føroya rætti um eldin á almenna vesinum í Mylnugøtu í Havn.

Ákærdi maðurin var frídømdur í Føroya rætti.

Ákæruvaldið prógvaði ikki, at tað var maðurin, sum var ákærdur, sum setti eld á, sigur rætturin.

Ákæruvaldið kravdi níggja mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Og tryggingin kravdi eina millión og 250.000 kr.

 

Noktaði seg sekan

Ein 70 ára gamal maður var ákærdur fyri eldásetingina seinnapartin 9. november 2024.

Sambært ákæruritinum festi hann í ein serviett, sum hann so tveitti í eina ruskspann inni í hølinum.

Maðurin noktaði seg sekan.

Dómurin hjá Føroya rætti er endaligur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858