Fólk skulu hava góð tilboð, tá ið demenssjúka rakar

Fólk skulu hava góð tilboð, tá ið demenssjúka rakar
Unn Justinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og næstforkvinna í Alzheimerfelagnum, hevur gjørt verkætlan, sum varð løgd fram á ráðstevnu hjá Alzheimerfelagnum í gjár
Unn Justinussen er næstforkvinna í Alzheimerfelagnum.
 
22.09.2026 - 13:14

Fólk kring landið skulu hava góð tilboð, tá ið demenssjúka rakar.

Tað er kjarnin í nýggjari verkætlan við frymli til at samskipa demensøkið hjá kommunum. 

Verkætlanin varð løgd fram á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, á altjóða alzheimerdegnum, í gjár. 

Unn Justinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og næstforkvinna í Alzheimerfelagnum, hevur gjørt verkætlanina "Kommunala Demenssamskipanin".

Tað eru kommunurnar, sum varða av eldra- og demensøkinum. Tað hava tær gjørt síðani 2015.

Allar kommunur eru ikki eins væl fyri, og tí er eisini munur á tænastuni kring landið. Sum er, er einki minstakrav til kommunurnar á demensøkinum.

Unn Justinussen varð sett í starv hjá Roðanum sum fyrsti kommunali demenssamkipari í landinum. Tað var í 2017.

Hon var gestur í Breddanum fyrrapartin:

 

22092026_Demens

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723