Fosturtøkan aftur í tinginum

Fosturtøkan aftur í tinginum
Broytingarnar, sum Miðflokkurin vil hava í nýggju fosturtøkulógini, sum kom 1. juli, eru á skránni hjá løgtinginum í dag
Eina ferð stóð á jøvnum, so uppskot um fosturtøku fall.
 
24.09.2026 - 06:16

Broytingarnar, sum Miðflokkurin vil hava í nýggju fosturtøkulógini, sum kom 1. juli, eru á skránni hjá løgtinginum í dag.

Miðflokkurin vil krevja, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn hon tekur endaliga avgerð   um fosturtøku.   

Harumframt skal kvinnuni standa í boði ultraljóðskanning í hesum tíðarskeiðinum, sum er minst fimm dagar.

Eisini verður skotið upp, at kvinnur, sum søkja um at fáa fosturtøku, anonymt skulu upplýsa, hvør  orsøkin er til, at tær søkja um fosturtøku.  

Tað skal gerast fyri at fáa føroysk hagtøl um orsakirnar til fosturtøku, sigur Miðflokkurin.

Tá verður lættari hjá landsins stjórn og áhugafelagsskapum at gera tiltøk fyri at minka fosturtøkutalið.

Og ein gudfrøðingur, ikki sálarfrøðingur, skal vera í samráðnum, sigur Miðflokkurin eisini.

Sambært lógini kann eitt samráð loyva fosturtøku, um kvinnan, tí hon er sinnissjúk, hevur viknað sinnisligum virkisføri ella álvarsliga viknaða heilsu, ikki er før fyri at skilja, hvønn týdning inntrivið hevur.

Málið fer í rættarnevndina eftir fyrstu viðgerð.

Tingfundurin í dag er klokkan ellivu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723