Venjarin: Adrian skal spæla yvir um

Venjarin: Adrian skal spæla yvir um
Eyðun Klakstein var ikki nøgdur við javnleikin ímóti Kasakstan í Nations League, og helt - við fyrivarni - at Adrian Justinussen átti at spælt yvirum í staðin fyri at skjóta
26.09.2026 - 19:45

Eyðun Klakstein var ikki nøgdur við eitt stig í Nations League-heimadystinum ímóti Kasakstan leygardagin.

 - Vit ætlaðu heilt klárt at vinna hendan dystin, og kenslan nú er eisini, at vit kundu vunnið, staðfesti landsliðsvenjarin eftir 1-1 javnleikin á Tórsvølli.

Áki Samuelsen legði Føroyar framum við sínum fyrsta A-landsliðsmáli, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði kasakar eftir horna. Munurin var ikki stórur eftir hetta, men Føroyar høvdu teir størru kjansirnar.

Andrias Edmundsson skallaði beint á málverjan úr stuttari fjarstøðu, Géza Dávid Turi rakti ikki ein góðan bólt úr vinstru nóg væl, og so var tað innskifti Adrian Justinussen.

Innskiftið Horsens-framherjin gjørdist leysur aftanfyri verjuni høgru megin, og í staðin fyri at spæla yvirum til ein púra leysan Hanus Sørensen, smekkaði hann til, men málverjin stórbjargaði annars góða skotinum.

Eyðun Klakstein hevði ikki sæð støðuna umaftur, tá Kringvarpið tosaði við hann, men hann helt kortini, at Adrian Justinussen valdi skeivu loysnina.

 - Hann sá út til at vera nokkso stórur, og um Hanus sigur, at hann var púra leysur, so haldi eg, at man skal spæla upp á tvørs. So fer kjansurin frá at vera 90 prosent til 100 prosent; so var tap in, segði Eyðun Klakstein.

Í staðin endaði dysturin við javnleiki, og spælararnir skulu beint í flogfarið til Moldova við einum lítlum vónbroti í viðførinum.

 - Vit mugu víðari, sjálvandi, og innsatsurin var góður. Vit spældu fyri at vinna, og vit fingu ein javnleik, so tað er eingin katastrofa... týsdagin skulu vit hava ein sigur í Moldova, segði Eyðun Klakstein.

Dysturin ímóti Moldova byrjar klokkan 17.00, og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 16.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096