- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskt í arbeiðstíðini er ikki rætta leiðin
Tað eru ikki fyritøkurnar, sum skulu hava ábyrgdina fyri, at útlendsk starvsfólk skulu fáa undirvísing við løn í arbeiðstíðini.
Soleiðis ljóða boðini í øllum førum, um tú spyrt Áka Vang Poulsen, handils- og marknaðarleiðaran í Magn.
Eitt er, at útboðið av føroyskari undirvísing ikki er nøktandi, og so er tað ov trupult at savna útlendsk starvsfólk til undirvísing, tá ið tey arbeiða um alt landið og arbeiða skeivar tíðir.
Heldur kundi mann loyst uppgávuna við at ment eina skipan, sum var grundað á netundirvísing, sum eitt starvsfólk hevði kunnað tikið nær sum helst á degnum.
Undirvísingarstýrið hevur umrøtt hendan møguleikan og er opin fyri tí, sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.
Eitt tilboð kundi eisini hingið saman við integratiónsskeiðnum hjá Útlendingastovuni, sum er undivísing í mentan og praktiskari vitan um føroyska samfelagið.
Tað sigur David Im, sum er integratiónsleiðari í Útlendingastovuni.
Tí tað er viðkomandi at tosa um integratión, serliga tá fólk koma til landið í styttri tíðarskeið, sigur hann.
- Tá hava tey kanska ikki familju ella vinfólk at líta á, sigur David Im.
Kortini heldur Áki Vang Poulsen ikki, at hetta skal vera eitt krav frá arbeiðsgevaranum, tí sambært honum eru starvsfólkini røsk at læra seg føroyskt, og flestu teirra kunnu avgreiða ein kunda á føroyskum eftir bert fáum vikum.


























