Moldova - Føroyar: Fimm broytingar frá byrjan

Moldova - Føroyar: Fimm broytingar frá byrjan
Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Viljormur Davidsen, Mattias Hellisdal og Adrian Justinussen eru nýggir í byrjanaruppstillingini í móti Moldova í mun til seinasta dyst
 
29.09.2026 - 15:29

Eyðun Klakstein hevur gjørt fimm broytingar í byrjanaruppstillingini til dystin hjá Føroyum ímóti Moldova í mun til seinasta dyst ímóti Kasakstan.

Í verjuni kemur Samuel Chukwudi inn í staðin fyri Odmar Færø, og á vongbakkunum eru bæði Martin Agnarsson og Jóannes Kalsø Danielsen skiftir út. Í staðin spæla Jann Benjaminsen og Viljormur Davidsen, sum tískil fær sín 95. landsdyst.

Á miðjuni avloysir Mattias Hellisdal Jóannes Bjartalíð og fremsti maður verður Adrian Justinussen í staðin fyri Petur Knudsen.

Nations League-landsdysturin er klokkan 17.00. Kringvarpið byrjar at senda klokkan 16.30.

 

Føroyska byrjanaruppstillingin

Mattias H. Lamhauge; Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen; Áki Samuelsen, Mattias Hellisdal, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen; Adrian Justinussen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906